2018
2018 var sambært gregorianska kalendaranum eitt vanligt ár, ið byrjaði á einum mánadegi. Tað var ár 2018 eftir Kristi føðing, ár 18 í triðja ártúsund, ár 18 í 21, øld og ár 9 í 2010-árunum.
Árstal |
2015 2016 2017 – 2018 – 2019 2020 2021 |
Áratíggju |
2000-árini – 2010-árini – 2020-árini |
Øldir |
20. øld– 21. øld – 22. øld |
Hendingar[rætta | rætta wikitekst]
- 14. januar - Føroya Pedagogfelag, Kommunala Arbeiðsgevarafelagið og fíggjamálaráðið finna semju og enda verkfall, sum hevur staðið yvir síðani 12. desember 2017.[1][2]
- 24. januar - Kina boðar frá at tey hava klonað heimsins fyrstu apu, í samrøðu við blaðið "Cell"
- 9. - 25. februar - Vetrar-OL verður hildið í Pyeongchang í Suðurkorea.
- 10. februar - Føroysku Carlsen systranar luttaka í Melodi Grand Prix við sanginum "Standing up for Love".
- 11. februar - Flogfar frá Saratov Airlines dettur niður í Ukraina, og hevur við sær at 71 lata lív.
- 14. februar
- Jacob Zuma fer frá sum forseti Suðurafrika, eftir at hava stýrt landinum í 9 ár.
- Fyrrverandi næmingur Marjory Stoneman Douglas High School í Florida í USA fer inn í skúlan og byrjar at skjóta frá sær. 17 lata lív og 15 verða særd.
- 18. februar - Flogfar Iran Aseman Airlines dettur niður í Zagrosfjøllunum. Øll 65 fólkini umborð lata lív.
- 21. februar - Sosialurin leggur Bjarna Hammer løgtingsmann, undir grun um sølu av rúsevnum.
- 24. februar - Trygvi Danielsen vinnur filmsvirðislønina Geytan fyri filmin "111 góðir dagar". Maria Tórgarð vinnur áskoðaravirðislønina fyri filmin "Maðurin við blæðuni".
- 10. mars - Føroyska Tónlistavirðislønin (FMA) verður latin í Norðurlandahúsinum.
- 24. mars - Nógv fólk kemur saman á Tórsvølli, at síggja eyðkenda HM-steypið í fótbólti og franska fótbóltsleikaran Christian Karembeu, ið var við til at vinna steypið til Fraklands í 1998. Eftir steðgin í Føroyum fór steypið víðari til Íslands á ferð síni kring heimin, áðrenn tað endar í Russlandi til heimsmeistarakappingina í summar.[3]
- 25. mars - Kalsoyingar vakna við at standmyndin av Kópakonuni, ið stendur í Mikladali, hevur verið ílatin í burka.[4]
- 9. mai - Kommunulæknafelag Føroya lýsa yvir verkfalli. Kommunulæknafelagið og lænardeild Fíggjamálaráðsins koma til semju tann 18. mai 2018.[5]
- 20. mai - Beinir Bergsson vinnur fyrstu EBBU virðislønina fyri yrkingasavn sítt Lítli drongurin og beinagrindin.
- 27. mai - Magnus Tausen verður endurvaldur formaður Flogbóltsamband Føroya (FBF).[6]
- 1. juni - Hallur Holm fer frá sum formaður Frælsan Ítrótt Føroya (FÍF), eftir 8 ár í formanssessinum. Sølvi Reinert Hansen tekur við sum nýggjur formaður.[7]
- 3. juni -
- Matstovan Koks vinnur virðislønina "ársins matstova" frá The Nordic Prize.[8]
- Tórshavnar maraton verður hildið fyri fjórðu ferð.[9]
- 8. juni - Gekkurin í Kringvarpi Føroya fer uppá 3 milliónir krónur fyri fyrstu ferð.[10]
- 8. - 11. juni - FM í langgeil 2018 verður hildin í Pálshøll í Vági.[11]
- 9. juni - Olaf Johannesen vinnur eina Reumert virðisløn fyri "ekstraordinære præstationer og særlige talenter inden for dansk scenekunst" í Keypmannahavn.[12]
- 10. juni - Vípan úr fimleikafelaginum Støkk gerst nummar 10 í Heimsmeistarakappingini í etiskum fimleiki, ið verður hildin í Budapest. Hetta er besta úrslit Føroya í altjóða fimleikakapping nakrantíð.[13]
- 18. september - Flogbóltsfelagið Mjølnir fyllir 40 ár.[14][15]
- 25. oktober - Føroya Tele boðar frá avtalu við samskiftisveitaran Huawei, ið ber við sær at Føroyar raðfestast millum tey fyrstu í heiminum ið fáa 5G fartøkni summarið 2019.[16]
- 18. november - Havnarmaðurin David Arge Galán endurvinnur heimsmeistaraheitið í Pro Men's Physique í Los Angeles. Hann vann hetta heiti fyri fyrstu ferð í 2015.[17][18]
- 23. november -
- Føroyar verða valdar sum vertur fyri U17 EM undankapping hjá kvinnum. Hetta gerst greitt eftir eitt lutakast í Nyon í Sveis. Kappingin skal haldast í døgunum 16. til 24. oktober 2019.[19]
- Verkhúsið Virkni fyllir 25 ár.
- 26. november -
- Í sambandi við bókadagar, boðar Rigmor Dam, løgtingskvinna í mentamálum, frá at øll børn fødd frá 01. januar 2018, somuleiðis ættleidd børn, fáa nýggju bókina Barnasangbók Føroya, sum gávu frá landinum.[20]
- Føroyar fáa eitt nýtt uppsjóvar skip, tá norska skipið Herøy verður skrásett undir føroyskum flaggi. Nýgja skipið fær navnið Katrin Jóhanna, VA 410.[21]
Ítróttur[rætta | rætta wikitekst]
Fótbóltur[rætta | rætta wikitekst]
Landsdystir[rætta | rætta wikitekst]
- 22. mars - Føroyar - Lettland (1-1) í Marbella - Føroyska A-landsliðið (venjingardystur)
- 25. mars - Føroyar - Liktinstein (3-0) í Marbella - Føroyska A-landsliðið (venjingardystur)
Hondbóltur[rætta | rætta wikitekst]
- 17. februar - Steypafinala Kvinnur: Kyndil - VÍF (19-23)
- Dagsins leikarar: Maya Dragoljubovic (Kyndil), Kristina Griksaite (VÍF)
- 17. februar - Steypafinala Menn: Menn: Kyndil - H71 (24-17)
- Dagsins leikarar: Rókur Akralíð (Kyndil), Mark Marcher (H71)
Landsdystir[rætta | rætta wikitekst]
- 21. mars - Føroyar - Makedonia í Tórshavn (15-22) - A-Kvinnur - EM-undankapping
- 23. mars - Føroyar - Slovenia (24-28) í Hoyvík- U20 Kvinnur - HM-undankapping
- 25. mars - Føroyar - Makedonia (24-28) í Skopje - A-Kvinnur - EM-undankapping
- 25. mars - Føroyar - Turkaland (29-27) í Hoyvík - U20-Kvinnur - HM-undankapping
- 2. juni - Føroyar - Svøríki (13-32) í Svøríki - A-kvinnur - EM-undankapping[22]
Svimjing.[rætta | rætta wikitekst]
- 8. juni - Havnar svimjifelag setur nýtt føroyskt met í 4x100 metra blandaðari svimjing. Liðið manna Óli Mortensen, Alvi Hjelm, Niels Nattestad, og Bartal E. Eidesgaard. Nýggja metið er tíðin 4:11.85.[23]
Føðingar[rætta | rætta wikitekst]
Andlát[rætta | rætta wikitekst]
- 7. januar - France Gall, fronsk songkvinna (f. 1947)
- 9. januar - Odvar Nordli, norskur politikari (f. 1927)
- 15. januar - Dolores O'Riordan, írsk songkvinna (f. 1971)
- 23. januar - Hugh Masekela, suðurafrikanskur tónleikari (f. 1939)
- 23. januar - Nicanor Parra, kilenskt skald (f. 1914)
- 27. januar - Ingvar Kamprad, svenskur íverksetari og stovnari IKEA (f. 1926)
- 13. februar - Henrik, prinsur av Danmørk (f. 1934)
- 14. februar - Morgan Tsvangirai, simbabviskur politikari (f. 1952)
- 3. mars - David Ogden Stiers, amerikanskur sjónleikari (f. 1942)
- 14. mars - Stephen Hawking, enskur alisfrøðingur (f. 1942)
- 24. mars - Lys Assia, sveisisk songkvinna (f. 1924)
- 20. apríl - Avicii, svenskur plátuvendari (f. 1989)
- 21. apríl - Verne Troyer, amerikanskur sjónleikari (f. 1969)
- 9. mai - Per Kirkeby, danskur listamaður (f. 1938)
- 13. mai - Margot Kidder, kanadisk-amerikonsk sjónleikarinna (f. 1948)
- 14. mai - Tom Wolfe, amerikanskur rithøvundur (f. 1930)
- 22. mai - Philip Roth, amerikanskur rithøvundur (f. 1933)
- 28. mai - Ola Ullsten, svenskur politikari (f. 1931)
- 5. juni - Johannes Andreas Næs (f. 1920)
- 8. juni - Anthony Bourdain, amerikanskur kokkur (f. 1956)
- 27. juni - Harlan Ellison, amerikanskur rithovundur (f. 1934)
- 8. juli - Tab Hunter, amerikanskur sjonleikari (f. 1931)
- 25. juli - Ólavur Hátún, føroyskur lærari og kórleiðari (f. 1931).
- 1. august - Mary Carlisle, amerkonsk sjonleikarinna (f. 1914)
- 13. august - Heini O. Heinesen, føroyskur politikari (f. 1938)
- 16. august - Aretha Franklin, amerikonsk songkvinna (f. 1942)
- 16. august - Atal Bihari Vajpayee, indiskur politikari (f. 1924)
- 18. august - Kofi Annan, ganaiskur diplomatur (f. 1938)
- 18. august - Jacob Lindenskov, føroyskur deildarstjóri og politikari (f. 1933).
- 25. august - John McCain, amerikanskur politikari (f. 1936)
- 6. september - Burt Reynolds, amerikanskur sjonleikari (f. 1936)
- 29. september - Otis Rush, amerikanskur tonleikari (f. 1934)
- 30. september - Kim Larsen, danskur tónleikari (f. 1945)
- 1. oktober - Charles Aznavour, franskur sangari og diplomatur (f. 1924)
- 15. oktober - Arto Paasilinna, finskur rithovundur (f. 1942)
- 7. november - Francis Lai, franskt tonaskald (f. 1932)
- 27. november - Jeffrei Henriksen, føroyskur rithøvundur og lærari (f. 1930)
- 30. november - George H. W. Bush, amerikanskur forseti (f. 1924)
Keldur[rætta | rætta wikitekst]
- ↑ http://portal.fo/partarnir+godkent+uppskotid+verkfallid+er+av.html
- ↑ http://portal.fo/verkfall+dagstovnar+lata+aftur+hosdagin.html
- ↑ http://portal.fo/myndir+fifa+steypid+lendi+i+bakandi+sol+i+vagum.html
- ↑ http://portal.fo/kopakonan+klodd+i+burka.html
- ↑ http://portal.fo/kommunulaeknarnir+og+lonardeildin+godtaka+semingsuppskotid.html
- ↑ http://www.in.fo/itrottur/sport-detail/obroytt-nevnd-i-flogboltssambandinum/
- ↑ http://www.in.fo/news-detail/soelvi-tekur-vid-eftir-hall/
- ↑ http://portal.fo/dimma-5054/koks-er-besta-matstova-i-nordurlondum.grein
- ↑ http://portal.fo/myndir+torshavn+marathon+2018.html
- ↑ http://www.in.fo/news-detail/120000-todnadu-nidur-i-12500-kronur/
- ↑ http://www.svimjing.com/
- ↑ http://www.in.fo/news-detail/olaf-johannessen-fingid-reumert-heidursloen/
- ↑ http://www.in.fo/itrottur/sport-detail/vipan-ur-stoekk-millum-heimsins-bestu/
- ↑ https://nordlysid.fo/tidindi/57170/mjolnir-skipar-fyri-almennari-mottoku
- ↑ http://kvf.fo/netvarp/sv/2018/11/26/18112632mjolnir40ar
- ↑ http://kvf.fo/greinar/2018/11/21/foroya-tele-aetlar-geva-skotskum-oyggjum-5g
- ↑ http://kvf.fo/netvarp/sv/2018/11/26/18112632galan
- ↑ http://www.in.fo/news-detail/david-er-aftur-heimsmeistari/
- ↑ http://kvf.fo/greinar/2018/11/23/em-undankapping-i-fotbolti-spaeld-i-foroyum
- ↑ https://portal.fo/dagur-10817/oll-nyggj-born-faa-nyggju-barnasangbokina.grein
- ↑ https://portal.fo/dagur-10835/katrin-johanna-skrasett-undir-foroyskt-flagg-i-dag.grein
- ↑ http://www.in.fo/itrottur/sport-detail/beinleidis-svoeriki-foeroyar/
- ↑ http://www.in.fo/itrottur/sport-detail/settu-foeroyskt-met/