Mentanarvirðisløn Landsins

Frá Wikipedia, hin frælsa alfrøðin

Mentanarvirðisløn Landsins hevur verið latin siðani 1998. Talan er um tvær høvuðsvirðislønir, sum verða latnar hvørt ár, tó eru nøkur undantøk, har virðislønir ikki eru latnar. Mentanarvirðisløn landsins er á 150 000 krónur, heiðursgáva landsins er á 75 000 krónur. Av og á verður ein triðja virðisløn latin, hon kann vera til ungt listafólk ella til onkran annan serligan bólk av listarfólki og er á 50 000 kr.

Sømdargáva landsins er í løtuni 20 000 kr. sum verða latnar mentafólki soleiðis at tey fáa upphæddina útgoldnað einaferð um árið restina av lívinum. Virðislønin verður latin sambært § 7 í KUNNGERÐ NR. 90 FRÁ 28. OKTOBER 2008 UM STUÐUL TIL MENTAN OG LIST, har tað stendur soleiðis:
Landsstýrismaðurin veitir eftir tilmæli frá nevndini lívslanga heiðursgávu, nevnd sømdargáva, til navngivið listafólk, so leingi viðkomandi er á lívi.
Stk. 2. Til tess at fáa sømdargávu skal listafólkið hava útinnt listarligt avrik, ið verður mett at hava týdning fyri samtíð og framtíð. Stk. 3. So hvørt listafólk fer úr skipanini, skal støða takast til, um annað listafólk eigur at fáa lívlanga sømdargávu.

Mentanarvirðisløn landsins verður givin sambært grein 8 í áðurnevndu lóg, greinin ljóðar soleiðis:
§ 8. Landsstýrismaðurin veitir eftir tilmæli frá nevndini heiðursgávu, nevnd Mentanarvirðisløn Landsins, at heiðra føroyskt mentafólk sum tøkk fyri útinnt listarligt avrik.
Stk. 2. Bert listarlig eyðkenni kunnu galda sum metingarstøði fyri arbeiðið hjá nevndini. Til tess at kunna fáa Mentanarvirðisløn Landsins skal virðislønarevnið hava skapað listaverk á høgum støði. [1]

Heiðursgáva landsins verður latin sambært grein í Kunngerð um stuðul til mentan og list:
§ 9. Landsstýrismaðurin veitir eftir tilmæli frá nevndini heiðursgávu, nevnd Heiðursgáva Landsins.
Stk. 2. Til tess at fáa Heiðursgávu Landsins skal virðislønarevnið hava virkað til frama fyri mentanarlig virði, sum hava týdning fyri føroyska mentan, list og mentanararv.
Stk. 3. Aðrar heiðursgávur kunnu eftir landsstýrismansins egnu avgerð latast listafólki, mentafólki ella felagsskapi.

Virðisløn til ungt listafólk. Í desember 2011 varð tað kunngjørt, at táverandi landstýrismaður í mentamálum, Bjørn Kalsø, eftir tilmæli frá tilmælisnevndini, valdi at lata virðisløn til ungt listafólk,[2] Virðislønin er ætlað ungum listafólki sum kveikjan, stimbran og stuðlan. Hetta varð gjørt sambært grein 9, stykki 3 í kunngerðini um stuðul til mentan og list, ið heimilar at landsstýrismaðurin eftir egnum vali kann lata aðrar heiðursgávur enn mentanarvirðislønina og heiðursgávuna. Frá 2011 til 2018 hava nevndin og landsstýrismaðurin valt at heiðra ungum listafólki. Í januar 2020 (Mentanarvirðisløn Landsins 2019) valdi Jenis av Rana landsstýrismaður ikki at lata virðisløn til ungt listafólk, ið nevndin annars mælti til.[3]

Hesar heiðurslønirnar verða givnar uttan umsókn, sum ein viðurkenning av føroyskum listafólki.

Móttakarar av Mentanarvirðislønum landsins[rætta | rætta wikitekst]

Mentanarvirðisløn landsins[rætta | rætta wikitekst]

Mentanarvirðisløn Landsins 2013 vóru handaðar í Stóra Pakkkhúsi í Vági hin 15. januar 2014. Tróndur Patursson fekk mentanarvirðisløn landsins á 150.000 krónur. Bjørn Kalsø handaði virðislønirnar.

Mentanarvirðisløn landsins er á 150.000 kr. Hesi listafólk/mentafólk hava higartil fingið Mentanarvirðisløn landsins:

Heiðursgáva landsins[rætta | rætta wikitekst]

Árni Dahl varð heiðraður við Heiðursgávu landsins 2013 hin 15. januar 2014 í Stóra Pakkhúsi í Vági.

Heiðursgáva landsins er 75.000 kr.

Virðisløn til ungt listafólk[rætta | rætta wikitekst]

Trygvi Danielsen móttók Virðisløn til ungt listafólk 2013, sum var ein av Mentanarvirðislønum landsins 2013. Bjørn Kalsø, mentamálaráðharri, handaði virðislønina í Stóra Pakkhúsi í Vági.

Virðislønin til ungt listafólk er 50.000 kr.

Aðrar heiðurslønir frá Mentamálaráðnum[rætta | rætta wikitekst]

Sømdargáva landsins[rætta | rætta wikitekst]

Sømdargáva landsins er ein árlig upphædd á 20.000 kr., sum verður latin restina av lívinum

Fyrr hava hesi fingið sømdargávu landsins (árið er óvist, Bjørn Kalsø nevndi tey, tá ið hann handaði sømdargávurnar fyri 2014):

Málrøktarvirðisløn Landsins / Ársins móðurmálsvirðisløn[rætta | rætta wikitekst]

Serstøk virðisløn[rætta | rætta wikitekst]

Serstaka virðislønin er 50.000 kr. Hon kann eftir landsstýrismansins egnu avgerð latast listafólki, mentafólki ella felagsskapi, sum hevur virkað til frama fyri mentanarlig virði, sum hava týdning fyri føroyska mentan, list og mentanararv.[40]

Nevndin fyri Mentanargrunnin[rætta | rætta wikitekst]

Nevndin situr í trý ár. Landsstýrismaðurin setir nevndina. Tríggir limir eru valdir av LISA, tveri eru valdir av landsstýrismanninum. Nevndin fyri tíðarskeiðið 2020-2022: [44]

  • Alda Joensen, forkvinna
  • Poul Geert Hansen, næstformaður
  • Katrina í Geil, nevndarlimur
  • Kim Simonsen, nevndarlimur
  • Robert Thomassen, nevndarlimur

Keldutilfar[rætta | rætta wikitekst]

  1. Logir.fo KUNNGERÐ NR. 90 FRÁ 28. OKTOBER 2008 UM STUÐUL TIL MENTAN OG LIST
  2. "Mentanarvirðisløn Landsins, Heiðursgáva Landsins og Virðisløn til ungt listafólk 2011". Mentamálaráðið. https://www.ummr.fo/fo/kunning/tidindi/mentanarvirdislon-landsins-heidursgava-landsins-og-virdislon-til-ungt-listafolk-2011/. Heintað 17. januar 2020. 
  3. Olsen, Dagfinn (16. januar 2020). "- Tey skuldu skammað seg". Sosialurin. https://www.in.fo/news-detail/news/tey-skuldu-skammad-seg/. Heintað 17. januar 2020. 
  4. Hansina Iversen fekk Mentanarvirðisløn landsins 2022, vp.fo, 22. februar 2023
  5. Olaf Johannessen fekk Mentanarvirðisløn landsins 2021, kvf.fo, 1. januar 2022
  6. Rørdur Olaf: "Hetta er størsti heiður, eg havi fingið, kvf.fo, 19. januar 2022
  7. Olaf Johannessen fekk Mentanarvirðisløn landsins, in.fo, 19. januar 2021
  8. Sigrun Gunnarsdóttir fingið Mentanarvirðisløn landsins, vp.fo, 13. januar 2021
  9. Eg var rørd og fekk ikki orðið upp, in.fo, 13. januar 2021
  10. Lindenskov, Eirikur (15. januar 2020). "Hanus G. Johansen fekk Mentanarvirðisløn Landsins". Sosialurin. https://www.in.fo/news-detail/news/hanus-g-johansen-fekk-mentanarvirdisloen-landsins/. Heintað 16. januar 2020. 
  11. 11.0 11.1 11.2 Winther, Dávur (24. januar 2019). "Mentanarvirðislønir landsins 2018". Norðlýsið. https://nordlysid.fo/tidindi/58109/mentanarvirdislonir-landsins-2018. Heintað 3. mars 2019. 
  12. Rana, Danjal av (24. januar 2018). "Barbara fekk virðislønina". in.fo. http://www.in.fo/news-detail/barbara-fekk-virdisloenina/. Heintað 25. januar 2018. 
  13. Klakstein, Eyðun (25. januar 2017). "Vágbingur varð heiðraður á Tvøroyri". in.fo. http://www.in.fo/news-detail/vagbingur-vard-heidradur-a-tvoeroyri/. Heintað 25. januar 2017. 
  14. in.fo - Sterk og kensluborðin strok
  15. in.fo, Tróndur fekk mentunarvirðislønina
  16. MMR.fo HESI FINGU VIRÐISLØN LANDSINS
  17. Vencil.wordpress.com, Virðislønir landsins
  18. Snar.fo, Mentanarvirðisløn Landsins og Heiðursgáva Landsins 2010
  19. Guðrið Poulsen fekk Heiðursgávu landsins 2022, vp.fo, 22. februar 2023
  20. Guðrun & Guðrun fingu Heiðursgávu landsins, vp.fo, 19. januar 2022
  21. Ósbjørn Jacobsen fingið Heiðursgávu landsins, vp.fo, 13. januar 2021
  22. Fleiri royndu at yvirtala meg til at gera okkurt annað, in.fo, 13. januar 2021
  23. "Simme fær Heiðursgávu landsins 2019". Kringvarp Føroya. 15. januar 2020. http://kvf.fo/greinar/2020/01/15/simme-faer-heidursgavu-landsins-2019. Heintað 16. januar 2020. 
  24. Rana, Danjal av (24. januar 2018). "Frits fekk heiðursgávuna". In.fo. http://www.in.fo/news-detail/frits-fekk-heidursgavuna/. Heintað 25. januar 2018. 
  25. Klakstein, Eyðun (25. junauar 2016). "Steinprent fekk heiðursgávu landsins". in.fo. http://www.in.fo/news-detail/steinprent-fekk-heidursgavu-landsins/. Heintað 25. januar 2017. 
  26. in.fo - J. P. Gregoriussen fekk Heiðursgávu Landsins, Eirikur Lindenskov 15.01.2016
  27. in.fo - Tey av Kamaranum fáa heiðursgávu, skrivað hevur Áki Bertholdsen, hin 16. januar 2015
  28. in.fo, Heiðursgávan latin Árna Dahl
  29. MMR.fo, Mentanarvirðisløn Landsins og Heiðursgáva Landsins 2009
  30. MMR.fo, Røða hjá Helenu Dam á Neystabø, landsstýriskvinnu
  31. MMR.fo, Mentanarvirðisløn Landsins og Heiðursgáva Landsins, 4. januar 2006
  32. Alda Mohr Eyðunardóttir fekk Virðisløn til ungt listafólk, vp.fo, 22. februar 2023
  33. Rana, Danjal av (24. januar 2018). "Konni Kass fekk fyrstu virðislønina". In.fo. http://www.in.fo/news-detail/konni-kass-fekk-50000-kronur/. Heintað 25. januar 2018. 
  34. Klakstein, Eyðun (25. januar 2017). "Ung listakvinna úr Nólsoy heiðrað". in.fo. http://www.in.fo/news-detail/ung-listakvinna-ur-nolsoy-heidrad/. Heintað 25. januar 2017. 
  35. in.fo - Andreas Høgenni virðisløn til ungt listafólk, Eirikur Lindenskov 15.01.2016
  36. Dugir at leggja løg og sløg væl til rættis, skrivað hevur Eyðun Klakstein, hin 16. januar 2015
  37. in.fo, Trygvi Danielsen ársins unga listafólk
  38. Aktuelt.fo Heiðurin gevur sjálvsálit
  39. in.fo - Oddvør og Katrin heiðraðar
  40. 40.0 40.1 Vinylplátur fingu Biritu at gevast at gráta, in.fo, 13. januar 2021
  41. Martin Joensen fekk serstøku heiðursløn landsins 2021, vp.fo, 19. januar 2022
  42. Serstaka heiðurslønin 2020 latin Biritu Poulsen, soprani, vp.fo, 13. januar 2021
  43. Lindenskov, Eirikur (15. januar 2020). "Serstaka virðisløn landsins fær forlagið Leirkerið". Sosialurin. https://www.in.fo/news-detail/news/serstaka-virdisloen-landsins-faer-forlagid-leirkerid/. Heintað 17. januar 2020. 
  44. MMR.fo, Virðislønir, heiðursgávur og sømdarpeningur

Slóðir úteftir[rætta | rætta wikitekst]