Colorado
Flagg | Skjøldur |
---|---|
Land: | USA |
Alment mál: | Enskt |
Høvuðsstaður: | Denver |
Størsti býur: | Denver |
Innlimað: | 1. august 1876 |
Guvernørur: | John Hickenlooper (D) |
Vídd: | 269,837 km² |
Íbúgvar (2013): | 5,268,367 |
fyri km²: | 19.6/km² |
Tíðarzona: | UTC -7/-6 |
Heimasíða: | www.colorado.gov |
Staturin Colorado (enskt: State of Colorado), á føroyskum ofta nevndur Kolorado, er ein lutstatur í Sambandsríkinum Amerika við umleið 5,2 mió. íbúgvum. Denver er høvuðsstaðurin og størsti býurin. Í 1876 bleiv Colorado lutstatur í USA. Í norðri hevur Colorado mark við Wyoming og Nebraska, í eystri við Nebraska og Kansas, í suðri við Oklahoma og New Mexico, og í vestri við Utah.
Eyknevni er Hundraðárastaturin (enskt: The Centennial State).
Landafrøði[rætta | rætta wikitekst]
Í Colorado eru veldiga stór fjøll, og eisini stórir, fruktagóðir slættar. Landbúnaðurin í Colorado er t.d. sera fjølbroyttur. Tað kemur av ymiskum jørðildi, veðurlagi og matarhaldi. Eystur-Colorado og Kansas hava nógvan landbúnað. Har er meira enn 80 % av lendinum veltir akrar og beiti hjá húsdjórum.[1] Har eru tær stóru grasfløturnar. Í Vestur-Colorado verða minni enn 1 % av lendinum nýtt til landbúnað. Stórir partar av Vestur-Colorado eru høgar fjallarøðir. Næstan alt Vestur-Colorado er fjallalendi. Tí er nógvastaðni eyðsýnt fjallaveðurlag. Har broytist veðurlagið nógv í einum lítlum øki. Niðri í dalinum kann vera skógarveðurlag. Men uppi á teimum høgu tindanum kunnu vera jøklar, har tað altíð frystir. Tað kann eisini vera stórur munur á avfallinum í einum fjallalendi. Summastaðni regnar nógv, aðrastaðni so at siga einki. Høgt uppi í fjallarøðini Rocky Mountains kemur rættiliga nógvur kavi niður. Inni í lutstatinum kunnu vera niður í minus tjúgu stig, og kavi er alt árið í teimum høgu fjøllunum. Allur kavin, sum kemur niður í teimum høgu fjøllunum nær ikki at bráðna um summarið. Tí eru fleiri stórir jøklar har. Hesir jøklarnir broytast nógv skjótari enn til dømis jøklarnir í Norður-Europa. Tað, sum avger, hvussu skjótt jøklarnir vaksa ella minka, er, hvussu nógvur kavi kom niður nøkur ár frammanundan, og hvussu nógvur kavi bráðnar. Stundum kann ein skriðjøkul vaksa ella minka meira enn ein metur um dagin.
Søga[rætta | rætta wikitekst]
Indiánarnir[rætta | rætta wikitekst]
Fyri 5000 árum síðan, sum er langt fyri ta tíð, tá ið europearar komu til USA, livdu fólk í Colorado, sum bygdu framúr góð hús og høvdu framkomnar vatningarskipanir. Eitt dømi er mentanin hjá anasazi-fólkinum, har húsatoftir framvegis eru at síggja í statunum Colorado, New Mexico og Arizona. Anasazi-mentanin, navnið merkir "tey avgomlu", tók seg upp í Suðurcolorado um 700 [3]. Sum tíðin leið, fóru teir at byggja hús síni hvørt oman á annað, bygt varð við fløtum múrsteinum, sum vórðu turkaðir í sólini. Búðirnir vórðu til bygdir ella smáar býir, nevndir puebloir. Um 1100 flutti anasazi-fólkið niðan í fjøllini, kanska tí at har lá betur fyri at byggja puebloir undir høgum loftum í reystum homrum. Ovast á fjøllunum vóru maismarkirnar, sum teir máttu bera vatn á. Handverkarar gjørdu búnyttur úr leiri og aðrar vakrar prýðislutir av dýrum steini, til dømis turkissteini.
Anasazikonufólkini skapaðu leir við hondunum, tí tá á døgum visti fólkið í Amerika ikki um leirkerahjólið. Tey rullaðu leirlongdir og løgdu tær hvør oman á aðra. Framman fyri hús síni bygdu anasaziar rund halgirúm, nevnd "kivar", við beinkjum fram við veggirnar. Hesi rúmini vóru bara til mannfólk, har teir komu saman at tingast og at biðja til gudar sína. Undirvíst var eisini í hesum rúmum. Kivaveggirnir vóru eisini prýddir við kálkmálningum. Anasazifólkið helt til í teimum fýra grannaríkjunum: Colorado, Arizona, New Mexico og Utah. Stórar búsetningar vóru til dømis í Mesa Verde (í Montezuma County, Colorado), Chaco Canyon (í San Juan County, New Mexico) og Canyon de Chelly (í Apache County, Arizona) [4].
Farið varð at byggja borgina í fjallinum í Mesa Verde um 1100. Hon hevði mong hundrað rúm og var væl vard fyri álopum.
Politikkur[rætta | rætta wikitekst]
Kannabis[rætta | rætta wikitekst]
Fyrsta januar í 2014 gjørdist Colorado tann fyrsti deilstaturin í USA sum legaliseraði kannabis til privat brúk [5][6]. Produktini skuldu skattast, og í mars 2014 er roknskapurin fyri ársins fyrsta mánaða almannakunngjørdur: roknskapurin vísur at 59 sølur umsettu fyri 14 milliónir dollarar, eina 80 milliónir krónur [7][8]. Tær nýggju marihuanasølurnar rindaði tilsamans tvær milliónir dollarar í skatti, meðan útsølustøðini fyri medisinskt kannabis skattaðust fyri 1,5 milliónir dollarar. Kannabis til privat brúk hevur fingið egnan skatt á tíggju prosent, sum kemur umframt tann vanliga skattin á 2,9 prosent og lokal avgjøld. Pengarnir eru oyramerktir, og skula brúkast til almannaheilsu og skúlar í deilstatinum. Guvernørurin John Hickenlooper (D) hevur avgjørt at tær fyrstu 40 milliónirnar sum koma inn skula brúkast til at byggja og umvæla skúlar [9]. Barack H. Obama, forseti, hevur stuðlað Hickenlooper [10][11] og sigur m.a. at hann í sínum endurminningum roykti marijuana sum tannáringur [12][13].
Keldur[rætta | rætta wikitekst]
- ↑ http://www.wrcc.dri.edu/narratives/COLORADO.htm
- ↑ http://www.livescience.com/27360-mesa-verde.html
- ↑ http://hewit.unco.edu/DOHIST/puebloan/begin.htm
- ↑ http://www.cpluhna.nau.edu/People/anasazi.htm
- ↑ http://www.dagbladet.no/2012/12/11/nyheter/politikk/marihuana/utenriks/usa/24777468/
- ↑ https://www.vg.no/bildespesial/spesial.php?id=11148
- ↑ http://www.nrk.no/nyheter/1.11597526
- ↑ http://www.denverpost.com/news/ci_25314108/colorado-saw-2-million-recreational-marijuana-taxes-january
- ↑ http://www.dagbladet.no/2014/03/12/nyheter/cannabis/maihuana/32259382/
- ↑ http://www.vg.no/nyheter/utenriks/artikkel.php?artid=10120509
- ↑ http://www.nrk.no/verden/obama-stotter-legalisering-1.11481058
- ↑ http://www.nytimes.com/2006/10/24/world/americas/24iht-dems.3272493.html
- ↑ http://nbcpolitics.nbcnews.com/_news/2014/01/19/22360951-obama-pot-not-more-dangerous-than-alcohol?lite
Høvuðsstaðarøki |
District of Columbia |
Amerikanskir statir |
Alabama · Alaska · Arizona · Arkansas · Colorado · Connecticut · Delaware · Florida · Georgia · Hawaii · Idaho · Illinois · Indiana · Iowa · Kalifornia · Kansas · Kentucky · Louisiana · Maine · Maryland · Massachusetts · Michigan · Minnesota · Mississippi · Missouri · Montana · Nebraska · Nevada · New Hampshire · New Jersey · New Mexico · New York · Norðurcarolina · Norðurdakota · Ohio · Oklahoma · Oregon · Pennsylvania · Rhode Island · Suðurcarolina · Suðurdakota · Tennessee · Texas · Utah · Vermont · Vesturvirginia · Virginia · Washington · Wisconsin · Wyoming |
Amerikonsk hjálond |
Amerikanska Sámoa · Bakeroyggj · Guam · Howlandsoyggj · Jarvisoyggj · Johnston Koralloyggj · Jómfrúoyggjar · Kingman Koralloyggj · Midwayoyggjar · Navassaoyggj · Norðaru Marianaoyggjar · Palmyra Koralloyggj · Puerto Riko · Wakeoyggj |