Japan

Frá Wikipedia, hin frælsa alfrøðin
Jump to navigation Jump to search
Nippon-koku
Japan
Flagg Japan
(Flagg Japan)
Skjaldarmerki Japan
(Skjaldarmerki Japan)
Tjóðarslagorð: Friður og framgongd
Tjóðsangur: Kimi Ga Yo
Japan-location-cia.png
Alment mál Japanskt
Høvuðsstaður Tokyo 東京都
Keisar Naruhito
Løgmaður Fumio Kishida
Fullveldi 11. februar
660 f.kr
Vídd
 - tilsamans
 - vøtn (%)
 
377,835 km²
0,8 %
Íbúgvar
 - tilsamans 2015
 - tættleiki
 
127 094 745
336,376/km²
Gjaldoyra Yen (JPY)
Tíðarøki UTC +9
Økisnavn á alnetinum .jp
Telefonkota +81

Japan er eitt oyggjaland eystan fyri meginlandið í Ásia. Á japanskum eitur landið Nihon ella Nippon. Tekinini, ið vera nýtt í navninum Japan á japanskum merkja sól og rót, og tí verður Japan stundum nevnt sólarrisins land. Japan er um somu stødd sum Finnland, men hevur 126 mió. íbúgvar.

Høvuðsstaður Japans, Tokyo (japanskt: 東京都), er staddur á størsti oynni, Honshū. Japanska flaggið er hvítt við einum eyðkendum reyðum sirkli í miðjuni. Tað verður nevnt, at Japan er landið við tí rísandi sólini og at tað er hetta, flaggið skal ímynda.

Landafrøði[rætta | rætta wikitekst]

Japan er eitt oyggjaland við 6.852 oyggjum, har fýra tær størstu eru Honshū, Hokkaidō, Kyūshū og Shikoku. Innan fyri oyggjarnar eru stór høv: Okhotskarhavið, Japanshavið og Eysturkinahavið. Meiri enn tríggir fjórðingar av landinum er bergligt fjallalendi. Japan liggur í einum jarðfrøðiligum virknum øki og tí er jarðskjálvti eitt vanligt fyribrigdi. Til dømis, so er størsta fjall í Japan 3.776 m høgt, Fujiyama, eitt sovandi gosfjall. Siðstu ferð tað goysti var í 1707. Harðir jarðskálvtar, tá hús rapa og brýr, vegir og jarnbreytir fara í sor, kunna eisini koma fyri og í 1995 var ein tílíkur harður jarðskjálvti í havnabýnum, Kobe; yvir 5.000 fólk lóu eftirá. Fujiyama er óføra vakurt fjall, og japanesarar meta tað sum teirra heilaga fjall. Túsundtals fólk hava í øldir á hvørjum ári gingið niðan á fjallið at fáa sær sálarstyrk. Nú hava menn lagt veg niðaná, so nú streyma ferðafólkini niðan at síggja niður í tað víða gosopið og at njóta ta frísku luftina og tað vakra útsýnið, sum har eru.

Japanska veðulagið er ymiskt. Í syðri oyggjunum er lýtt alt árið, men longur norður tú kemur, kaldari gerst tað. Nógvur kavi legst á fjøllini fyri norðan um veturin.

Politikkur[rætta | rætta wikitekst]

Sum eitt í høvuðsheitum konservativt land hevur Japan deyðadóm. Í september 2008 vórðu tríggir menn avrættaðir í Japan, og hetta merkir, at 13 fólk eru avrættað í Japan í 2008, og í minsta lagi 102 fangar eru í deyðskliva.

Í 2009 vann vistravendi flokkurin "Democratic Party Of Japan", stytt til DPJ, (japanskt: 民主党, Minshutō), valið í Japan og fekk tá stjórnarvaldið. Høgravendi flokkurin "Liberal Democratic Party", stytt til LDP, (japanskt: 自由民主党, Jiyū-Minshutō), misti stjórnarvaldið eftir at havt tað í 54 ár.

Hvalaveiði[rætta | rætta wikitekst]

Japanar veiða vanliga fleiri hundrað hval árliga við Antarktis til vísindalig endamál, men Greenpeace, Sea Shepherd og aðrir felagsskapir hava mótmælt veiðini, sum tey siga vera óneyðuga. Japan hevur veitt stórhval í Suðuríshavinum í eini 25 ár; alment hava japanar sagt, at talan var um "veiði við vísindaligum endamáli", men hesa frágreiðingina góðtók Altjóða Dómstólurin í Haag ikki í 2014. Síðani 1987 hava japanar veitt hval í Suðuríshavinum við vísindaligum endamáli, men fleiri halda, at tað við vísindini er bara ein umbering fyri at sleppa at veiða hval við vinnuligum endamáli. Tað er Avstralia, sum hevur stevnt Japan fyri dómstólin í apríl 2014 við kravi um, at japanska stórhvalaveiðan í Suðuríshavinum verður dømd ólóglig. Málið snýr seg bara um ta japonsku stórhvalaveiðina í Suðuríshavinum, har japanar plaga at veiða umleið 1000 hvalir um árið. Tað merkir, at úrskurðurin hjá dómstólinum hevur onga ávirkan á ta japonsku hvalaveiðina har norðuri í Kyrrahavinum ella í japonskum sjógvi. Tí hava myndugleikarnir í Tokyo boðað frá í apríl 2014, at øll loyvini at veiða hval har suðuri eru tikin aftur. Hinvegin ætla japanar at halda fram at veiða hval har norðuri í Kyrrahavinum og fram við landi [1].

Búskapur[rætta | rætta wikitekst]

Japan er ein av heimsins størstu búskapum og er limur í G7, sum er; sjey teir størstu búskapirnir í heiminum. Høvuðsstaðurin Tokyo hevur ein av teimum størstu virðisbrævamarknaðunum í heiminum. Japan er eisini ein tann týdningarmesta fiskivinnutjóðin í heiminum.

Útflutningur[rætta | rætta wikitekst]

Japan er ikki nakrar stórur marknaður fyri føroyskan útflutning. Nakað verður útflutt av millum annað frystum laksi, men talan er um smærri nøgdir. Men talan er um ein stóran marknað í heims­høpi, og verður hann órógv­aður kann tað hava víð­fevndar avleiðingar, sum eisini kunnu raka før­oyskan fiskaútflutning. M.a. Noreg flytir stórar nøgd­ir av laksi til Japan, og sleppur tann vøran ikki fram, skal hon finna aðrar marknaðir.

Keisarin[rætta | rætta wikitekst]

Elsta trúnarvingakeisaraveldi er í Japan. Upprunaliga úr 7. øld f.Kr. Flestu japanarar virdu keisaran sum gud, og tí hevði hann stórt vald. Men eftir seinna heimsbardaga, tá Japan tapti og mátti gevi seg yvir, noyddist keisarin at siga alt politiskt vald frá sær.

Akihito keisari er 125. trúnarvingin í somu ætt.

Fólkið[rætta | rætta wikitekst]

Miðallivialdurin í Japan, har áleið 127 milliónir búgva, er ímillum teir hægstu í øllum heiminum. Kvinnurnar gerast í miðal 86 ár og menninir 79 ár. Seinastu seks árini er talið av japanarum, ið eru farnir um tey 100 árini, tvífaldað og eru teir nú tilsamans 36.000 í talið. ST væntar, at yvir ein millión japanarar verða yvir 100 ára gamlir í 2050.

Sumo-glíming er ógvuliga væl umtókt ítrótt í Japan.

Mentan[rætta | rætta wikitekst]

"Í einum aldudali úti fyri strondini í Kanagawa"

Frá fyrst í 17. øld til miðskeiðis í 19. øld hevði Japan lítið samband við umheimin. Tað gav japanarum høvi til at menna nýggjar listagreinir, sum lýstu gerandislív, vælferð, átrúnaðir (buddismu og shintoismu) og náttúrufatan teirra.

Í nýggju dukkusjónleikaralistini "bunraku" rørdu dukkurnar seg so nettliga og væl, at áskoðararnir næstan hildu, at tær vóru livandi. Ímillum aðrar nýggjar listagreinir var eisini "kabuki"-sjónleikur. Tað vóru sangleikir, leiktir í litføgrum búnum, sum viðgjørdu/umrøddu núlig evni í samfelagnum ella søguligar hendingar. Síðla í 17. øld fóru japanar at gera træskurðarprent og at mála málningar. Summi prent vóru endurgerðir av gomlum listaverkum, onnur vóru livandi myndir úr gerandislívi. Tey vórðu nevnd "ukiyo-ye". Nøkur ukiyo-ye-listafólk, sum til t.d. Katsushika Hokusai (1760 - 1849), eru vorðin heimsgitin.

Japanar vístu hugsan sína um náttúruna og vakurleika hennara á mangan hátt. Ein háttur var "bonsai"-listin, pottaplanting, har ávís træsløg vórðu gróðursett í pottar og røkt soleiðis, at tey líktust vanligum trøum. Sum fráleið fingu teir tey at vaksa bæði innandura og uttandura. Nú á døgum hava mong fólk um allan heim bonsai-trø.

Kenda prentið hjá Hokusai "Í einum aldudali úti fyri strondini í Kanagawa" úr røðini "Tríatiseks útsýni at Fujifjalli", er úr 1830-árunum. Tað setur máttloysi menniskjans upp ímóti náttúrunnar ófatiligu megi og vísir skip og manningar verða tveitt í kring í øgiligum sjógvi.

Tey, sum hoyra til shintontrúnna, ið er ein av størstu átrúnaðunum í Japan, halda Fujifjallið (Fujiyama) verða heilagt. Fleiri túsund pílagrímar fara tungu leiðina upp á fjallið hvørt ár at vitja shintoheilgidómin, sum er á hægst á fjallinum. Fujiyama verur mett at vera tjóðarmerki landsins og tí hava mangir japanar mynd ella málning av Fujiyama uppi á bróstinum í húsum sínum.

Japanar fara í kimono (merkir "klæði") høgtíðardagar og aðrar hátíðarligar løtur. Kimono er síðermd kápa við breiðum belti um miðjuna. Hann er vovin úr silki, bummull ella ull. Mangir silkikimonoar eru litfagrir og vakurt baldýraðir.

Sí eisini[rætta | rætta wikitekst]

Keldur[rætta | rætta wikitekst]

  1. http://ekstrabladet.dk/nyheder/samfund/article2252694.ece


Lond í Asia
Afghanistan | Armenia | Aserbadsjan | Barain | Bangladesj | Brunei | Burma | Butan | Eysturtimor | Filipsoyggjar | Georgia | Hongkong | India | Indonesia | Iran | Irak | Ísrael | Japan | Jemen | Jordan | Kambodia | Kasakstan | Katar | Kina | Kirgistan | Kuvait | Kýpros | Laos | Libanon | Malaisia | Maldivoyggjar | Mongolia | Nepal | Norðurkorea | Oman | Pakistan | Russland | Sameindu Emirríkini | Saudi-Arabia | Singapor | Sri Lanka | Suðurkorea | Sýria | Tadsjikistan | Tailand | Taivan | Turkaland | Turkmenistan | Usbekistan | Vjetnam
Wikimedia Commons logo
Sí miðlasavnið